Vælkomin inn á okkara heimasíðu.

Inni á síðuni fáa tit kunning um stovnin, hvat fer at henda á stovninum, matarætlan fyri vikuna, tiltøk o.t.

Starvsfólk royna eftir førimuni at dagføra heimasíðuna við myndum og teksti, men ymiskt er hvussu orkan og førleikar eru til hetta.


 

Vangamynd:

Vit vilja fegin , at børn og foreldur kenna seg væl.

Vit eiga at lurta við virðing hvør eftir øðrum.

Tað er umráðandi, at barnið hevur ávirkan á tað, sum skipað verður fyri á stovninum.

Í góðum umstøðum inni og úti, leggja vit dent á spæl, rørslu og stuttleika við støði í barninum og felagsskapinum.



Ævintýraferðin á vitjan 25. mai 2016 kl. 10.00 á stovninum.


Foreldráðsfundur 19.05.2016 kl. 17.00 í kaffistovuni.



 


Hósdagin 19. mai, hava vit rennidag á stovninum, byrjað verður kl. 10.00

Vit renna niðan við kirkjugarðinum til nýggja vegin út á Argir. og oman aftur.  Øll børnini fáa heimagjørdar medaljur aftaná:)


Garðdagurin í ár verður 10. juni og byrjar kl. 15.00

Skráin kemur seinni.



Endurnýtslu verkætlan REMIDA:

Tað er í dag kl. 15.00 vit fara frá Dagstovninum við Velðastaðvegin og heim í gongugøtuna. Skrúðgongan byrjar kl.15.30

Komandi tíðina fara vit at hava endurnýtslu verkstað á stovninum.

Tað vil siga, at vit nýta hugflogið, vitan, fínrørslur og samstarva til at skapa lutir úr t.d.:papp, proppum, plastikk, íløtum, fløskum, stoff v.m. Vit royna t.d. at vita hvat ein wc.rl og eitt karamellupappír og ein proppur kann blíva til...


Tá vit í eina tíð hava roynt okkum við saksi, lím, klistur og máling, verður evni ÆVINTÝR á skránni.

Vit fara at lesa ymisk ævintýr og fara at tosa um ævintýr og hvat kann gerast úr ævintýrum.

í "Umhvørvisvikuni", verður Viðarlundin í Havn gjørd um til ein Ævintýrheim 10-12 mai. 2016, har vit eisini vera við. Okkara stovnur fær eitt økið, og skulu skapa tað um til eitt ævintýr.

Vit eru komin fram til, at Dagstovnurin við Velbastaðvegin, fer at hava "Snjóhvíta " sum ævintýr.


  • Vit fara í Norðurlandahúsið til konsert hjá Føroya Symfoniorkestur í viku 15, 2016. Tit síggja tíðir og dato á talvunum á stovunum í barnagarðinum.



  • Í viku 15 fara øll børnini í barnagarðinum til filmin: Mumiættin í summarfrí.
  • Tit síggja tíðir og dato á talvunum á stovunum:)




  • Ráðleggingardagur verður fríggjadagin 8. apríl 2016 og tá er stovnurin stongdur.
  • Skráin fyri dagin: Samstarv og samskifti við Súsonnu Olsen, sensitiv børn við Tóru Tóroddsdóttir og retorikkur við Eydnu Skaale.




  • Vit taka felagsmyndir av børnunum frá 5/4 -21/4 á  stovninum.



Nýtt foreldraráð 1. oktober 2015

Formaður: Sóley Samuelsen,Varðaforkvinna: Anna Maria Egholm, Skrivari : Ingun Háberg Soderqvist, nevnadarumboð: Svanhild Eyðunsdóttir Johannesen, Guðrið Reinert Joensen og Vár í Ólavstovu.





 

Forsíða

11. Apr 2016

vit fara í Vælkomin inn á okkara heimasíðu.

Inni á síðuni fáa tit kunning um stovnin, hvat fer at henda á stovninum, matarætlan fyri vikuna, tiltøk o.t.

Møguleiki er eisini at fara inn á síðurnar hjá stovunum at hyggja eftir myndum.

Tað er ymiskt hvussu stovurnar eru fyri og hava orku til at arbeiða við heimasíðuni. Men tey fara eftir førimuni at royna.

Vónandi fáa tit gleði av heimasíðuni.

les meir

Opið hús mars 2015

19. Mar 2015

"Opið hús" er eitt tiltak í barnagarðinum, har stovurnar bjóða øllum børnum at luttaka til eitthvørt tiltak. Hesuferð vóru tiltøkini m.a. flogvøllur, har børnini høvdu...

les meir

Køka til starvsfólkini

19. Mar 2015

...

les meir

Børnini mála tjøldur

12. Mar 2015

Á Grækarismessu 12. mars 2015 málaðu børnini tjøldur. Nakrar myndir kunnu síggjast inni á " Myndir " ...

les meir

Rógvi kemur at fortelja søguna um sólarmyrking

10. Mar 2015

Týsdagin 10. mars 2015 kl. 10.00, kemur Rógvi at fortelja søguna um sólarmyrking"Slóknar sólin?" -fyri barnagarðsbørnunum. Hendan dagin mugu børnini koma í góðari tíð, so...

les meir

Ævintýraferðin á vitjan

04. Mar 2015

Mikudagin 4. mars 2015 kl.10.00, kemur Ævintýraferðin á vitjan, hendan dagin mugu børnini koma í góðari tíð, so tey ikki órógva framførsluna. ...

les meir

Skapa burturúr endursnýtslu tilfari

01. Jan 2015

Í januar 2015 fara vit á stovninum, at "skapa burturúr endursnýtslu tilfari".Í Uppistovu gera vit eina verkstovu, har børnini kunna koma og skapa ting...

les meir

Jólahald

01. Des 2014

Jólahald á Dagstovninum við Velbastaðvegin 2014 Mánadagin 8. des. 2014 Vøggustovan kl.15.30-17.30 Mikudagin 10. des. 2014 Barnagarðurin kl. 15.30 -17.30 Hósdagin 11. des....

les meir